Var teimum lív lagað?

Sachsenhausen enn ein týskur minnisvarði

14.05.2015 -

Vitjanin í týningarleguni Sachsenhausen í morgun var nemandi á meir enn ein hátt.

Trupult er at fata alla søguna um týningarlegur eftir tveimum tímum, men tað hevur týdning at geva sær far um tað, ið fer fram í eins egna umhvørvi og samfelag. Hetta er galdandi fyri næmingar eins og øll onnur.

Ferðaleiðarar okkara reistu tó áhugaverda spurningin: Hvussu ber tað til, at menniskjan ferð eftir ferð ger somu mistøk, og ikki lærir av søguni? Og hvussu ber tað til, at politiskir leiðarar ferð eftir ferð royna at tiltýggja sær vald so stórt, at teir kunnu hyggja seg sjálvan í spegilin eins og Chaplin á sinni og siga: ’I rule the world’.

Næmingarnir vórðu ikki kravdir eftir svari, men einaferð liggur ábyrgdin á teimum at svara …





Kom í NámX