Samkyndir danir hava fingið eina fyrimynd

31.03.2011 -

Í Danmark eru tad nú fleiri og fleiri ung fólk, ið boða frá teirra kynsliga samleika, eftir at Sarah vann X-Factor.

Síðani at Sarah fríggjakvøldið vann X-Factor, hava telefonirnar hjá samkyndum felagsskapum í Danmark verið í gongd. Tað eru fleiri og fleiri, ið tora at koma út við tí, at tey eru samkynd, av tí at Sarah, sum sjálv er samkynd, er so væl umtókt í Danmark.

Forkvinnan í felagnum fyri samkynd og tvíkynd, Kristine Andersen, sigur við danskar miðlar, at ungir samkyndir danir hava nú fingið eina unga gentu sum fyrimynd, og tí tora tey at standa við sín samleika.

 

X-Factor var í parkini í Keypmannahavn fríggjakvøldið. Túsundatals fólk komu saman í Parkini, fyri at lurta eftur finaluni. Eisini var Take That at hoyra har. Hæddarpunktið av konsertini hjá teimum var, tá ið Sarah fekk lov at syngja eitt pettið av sanginum.





Kom í NámX