22.05.2015 -

Fríggjadagin var seinasti skúladagurin kring landið. Nám X hevur nú rundað tey fyrstu 5 árini og var skúlin vertur fyri hábærsligari løtu saman við næmingunum í skúlahøllini í dag. Felagsløta var við ábiti, sangi og samanhaldi. Ein framúr góð løta saman við hesum brátt farna Nám X- árgangi.

Á Eysturvølli var siðbundni fótbóltsdysturin hjá næmingunum í 9.flokki og lærarum skúlans. Eins og undanfarnu árini, vóru gomlu steggjarnir omaná - og smurdu næmingarnar av við einum sannførandi 8-2 sigri! Tó skal sigast, at annar hálvleikur endaði við 2-2. 

Síggj myndirnar her:





Kom í NámX