Bjarni Kárason Petersen og Jón Steintún.


Myndina hevur Sverri Egholm tikið.

Sjóvinnubreytin á Fish Fair í Klaksvík

08.04.2011 - Sverri Egholm

North Atlantic Fish Fair, sum byrjaði týsdagin 7. apríl, fekk í dag vitjan av Sjóvinnubreytini í Nám X.

Bussurin fór kl 9:20 í morgun úr Tórshavn og næstan allir næmingarnir vóru við á túrinum. Hugt varð eftir øllum básunum væl og virðiliga til klokkan 15, tá bussurin fór til Havnar aftur.

North Atlantic Fish Fair er ein ráðstevna, har fyritøkur sum selja vørur til skip og bátar eru samlaðar á einum staði í nakrar dagar. Eitt nú var BankNordik, Vodafone, Norðborg, Føroya Tele, Vikmar, Samskip og aðrar fyritøkur, sum allar selja vørur til sjóvinnuna.

Næmingar og lærarar vóru sera væl nøgdir við dagin.





Kom í NámX