15.11.2020 - Miðlabreytin

Ein av mongu breytunum, til ber at velja í Nám X, er Sjóvinnubreytin.

Her verður lært um streym, kumpass, vitar og at seta kós. Tey læra at knýta knútar, gera til til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol.

Tey vitja eisini virkir, sum hava við fiskivinnuna at gera, og fáa eitt innlit í vinnuna.

Trygdarskeið verður tikið, ið er krav fyri at mynstra og fáa part við skipi. 

Í seinastu viku vitjaði sjóvinnubreytin við lærarum umborð á Draganum, har Pole Mikkelsen, skipari og sjómansskúlalærari saman við Kára millum Garðarnar, skipara, greiddu frá tí lærdómi, teir veita næmingunum í Klaksvík, ið hava valt sjóvinnubreyt.

Myndir: Nordlysid.fo





Kom í NámX