Berliner Dom

Skal altíð eltast, sum fyri er slóðað ?

01.05.2017 - Miðlabreytin

Hvør er tann góði hirðin ?

Mangur vallari man hava hugsað um henda spurningin, ið rungaði í Berliner Dom í morgun, tá næmingar úr Nám byrjaðu fyrsta dagin við kirkjugongd í morgun.

Annaðhvørt talan er um vallaran, ið vegna búskaparliga og politiska vanstýring er noyddur at flíggja úr egnum landi; ella talan er um vilsta sonin, ið onkursvegna ikki megnar at ganga í takt.

Hvør er tann góði hirðin – og hvørja uppgávu hevur hann?

Hvar sæst hann? Á Facebook ella í sølulýsingum …

Og lata vit okkum leiða – ella elta vit uttan at geva okkum far um, hvaðar vit fara …?

Prestur hugleiddi um hesar mongu og stóru spurningarnar; ið spretta úr halgu bók, har fingurin var havdur á lofti …

’Tú hevur ikki styrkt tann veika …’

’Tú hevur ikki grøtt tann sjúka …’

’Tú hevur ikki rikið tey vilstu inn aftur í flokkin …’

Ein hugfarslig løta, har væl samansungið kór setti hátíðarligan dám á løtuna.





Kom í NámX