Frá tiltakinum i 2017
25.02.2021 - Miðlabreytin

Fríggjadagin 26. februar verður finalan í SkúlaFM 2021 í mentunarhúsinum í Fuglafirði, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.

Hetta siðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. 

Næmingar úr íverksetanar-og ferðavinnubreytini í Nám X fara at luttaka. Talan er um tveir bólkar við 5 næmingum samanlagt.

Tiltakið verður stroymt beinleiðis á iverksetan.fo - og vit á Miðlum fara at leggja myndir og frágreiðingar frá tiltakinum út.





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX