27.02.2021 - Miðlabreytin

Fríggjadagin var Mentunarhúsið í Fuglafirði karmur um SkúlaFM 2021. Vinnarin gjørdist DUEL-North Atlantic Scincare úr Nám X við Duritu Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir. Tær høvdu framleitt húðkrem úr rávørum við denti á burðardygd og avmarking av burturkasti.

Dómsnevndin legði dent á, at bólkurin megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.

Vinnandi bólkurin fær møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl.

Betri og Føroya Tele góvu 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin.

FaroeFest var eisini við til SkúlaFM. Markus, Dánjal og Petur úr Nam X høvdu forvitnisliga verkætlan um, hvussu Kirkjubøur kann verða ein festivaldepil fyri ferðafólk og onnur.

Vit ynskja Nám X hjartaliga til lukku við meistaraheitinum. Vit lata myndirnar tala:





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX