
17.02.2021 - Miðlabreytin
Hesar báðar vikurnar eru Nám X'arar í starvsvenjing. Hendan dagin, lestrarvegleiðarin og myndamaðurin vóru og vitjaði, hittu vit Ægir Egilstrøð Østerø á bilfyritøkuni Bilrøkt í Tórshavn.
-Eg valdi Bilrøkt, tí mær hevur altíð dámað at putlast við ymiskt fyrifallandi - at skrúva sundur og síðani saman aftur - og so at síggja eitt úrslit aftaná, er ein spennandi avbjóðing, sum eg haldi er meiningsfull.
Ægir hevði m.a.verið í býnum og skift hjól og eisini skift olju, tá vit hittu hann á máli í dag.
- Hetta er eitt spennandi og læruríkt yrki við nógvum nýggjum avbjóðingum, leggur Ægir hugagóður aftrat.
Miðlar fer at kanna pulsin hjá nøkrum starvsplássum og varpa ljós á starvsvenjingina komandi vikurnar.