Man frælsið finnast í skýggjunum ella í himmalinum ...?

Stasi var alt annað enn tryggleiki

06.05.2019 - Miðlabreytin

Eftir kirkjugongd sunnumorgunin og ein bita í onkrari sølubúð við Alexanderplatz, koyrdu bussar okkara okkum til Stasi fongslið. Stasi stendur fyri Staatssicherheit - og var ætlaður sum verjuskansin fyri 'a better society' - sum eitt frásøgufólk okkara segði við næmingarnar.

Stasi skuldi forða fyri, at nøkur spilla kom í og oyðilegði ímyndina av dreymakenda kommunistiska paradísinum, ið jú sum kunnugt var ein hvørvisjón.

Og líka mikið, um spillan var bróður og systir - ella maður og kona - ja, so megnaði Stasi at beina burtur spilluna - nevnliga at seta hana í fongsul.

Ein skipan við eftirliti og varðhaldi, ið var bangin fyri egnu børnum sínum. So sanniliga ein sjúk skipan.





Kom í NámX