Á súkklu ígjøgnum Berlin

02.05.2017 - Miðlabreytin

Í dag, týsdagin 2. mai, vóru Nám X’arar á súkkluni kl. 10.30. Hópurin taldi 172 føroyingar, sum høvdu valt at skoða Berlin á annan hátt enn vanligt er.

Ferðaleiðarar vóru við, og høvdu teir nógv at siga frá. Berlin hevur ríka søgu, og vit tríva í onkra úr rúgvuni av smásøgum, ið vórðu fortaldar í dag.

Berlin múrurin var sjálvandi á lofti:

Sunnudagin 13. august 1961 byrjaðu eysturtýskir arbeiðarar at gera byrgingar ímillum Eystur- og Vesturberlin við betongstabbum og píkatráði. Vardir av hermonnum gjørdu teir síðani ein betongmúr, ið gjørdist ímyndin av kalda krígnum í 28 ár.

Sambært keldum lótu 244 fólk lív í royndini at flýggja.

Men hví ein Berlinmúr?

Eysturtýskland vildi vera við, at talan var um ein verjumúr ímóti vesturlendsku fasismuni.

Orsøkin var tó heldur tann, at flýggjanin vestureftir hevði við sær, at ung og útbúgvin fólk í hópatali flýddu vesturum, og hetta toldi eysturtýska samfelagsskipanin ikki.

Men Berlin er annað enn múrur og harmljóð.

Ferðaleiðari okkara í dag var úr Hollandi; og eins og hann flyta fólk úr øllum heimsins herðashornum til Berlin at leita sær listarligar avbjóðingar.

Samanumtikið er at siga, at Berlin er okkum ein góður ferðastaður, og lata vit myndirnar tala sítt myndamál …





Kom í NámX