... latið ei søguna doyggja ...

Hjólhesturin og listin

07.05.2019 - Miðlabreytin

Í dag var ’Berlin on bike’ á skránni.

 

Hóast flestu føroyingar ikki eru so vandir og vanir at sita á hjólhestinum, hættaðu 130 næmingar sær saman við lærarum sínum út á gøturnar í Berlin.

 

Og væl gekst … ein annarleiðis háttur at uppliva stórbýin – metropolin – og yðjandi gerandisdagin í stórbýnum.

Saman við staðkendum ferðaleiðarum varð steðgað á við ymisk støð, ið ferðaleiðarin helt vera vert at steðga við.

Næmingarnir hoyrdu um søguna hjá Ríkisdegnum, um minnismerki yvir jødar, menningina av býnum eftir, at múrurin fall – o.s.fr.

 

M.a. hoyrdu vit søguna, ið listamaðurin segði um listaverk sítt – minnismerki yvir jødar – 2.711 beton-steinar í ymsari stødd. Hann segði, at talan var um grundan … og sum so ikki nakað motiv aftanvert … fólk hava síðani roynt at tulka, men listamaðurin vil bert siga so mikið, at hugsanin var at sýna ta ’desorientatión’, ið jødarnir á sinni mugu hava kent á sær á tokferðum teirra úr Berlin sum fangar undan nazista-trælkanini ávegis til týningarlegur runt í Týsklandi og Evropu …

 

Og kanska … bert kanska … eiga vit at geva listini ans og rúmd og møguleikar … kanska … bert kanska … er tað listin, ið sigur okkum, nær menniskjaættin fer um mark … kanska …





Kom í NámX