https://i1.ytimg.com/vi/uqTGR1f2hEo/mqdefault.jpg

Vikuskiftisguff: Sunnar pannukøkur

29.08.2017 - Tóna Fritsdóttir

Sunnar pannukøkur, við bert tveimum matlutum!


10-15 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar


Tilfar: ( 12 smáar pannukøkur )

- 4 egg

- 2 frískar bananir 

Mannagongd:

Smyr pannuna við oliven olju ella kokos olju og tendra plátuna.

Mosa bananurnar og rør eyggini upp í við gaffli ella pískirísi (Tað er í ordan, um smáir bananklumpar eru í. Um tú ongar klumpar vilt hava í, kanst tú píska við hondmiksara ístaðin)

Pannukøkurnar mugu gerast smáar, fyri at kunna vendast. ( 2 - 3 pannukøkur pr. pannu )

Eggini eru tey, sum binda pannukøkurnar saman, so tær ikki fara sundur. Bananirnar eru sokallaðar søttingarevni, so tær smakka eins og pannukøkur vanliga gera.

Um tað er ov trupult at venda teimum á pannuni, ber til, antin at smyrja meira olju á, koyra fleiri egg í deiggið, ella minka støddina á pannukøkunum.

Eisini ber til at koyra chia fræ, havragrýn ella kanel í deiggið J

Tá bananpannukøkurnar eru lidnar, smakkar væl at koyra honning, syrup ella myrka sjokolátu millum tær ella á sjálvar pannukøkurnar. Frukt og ber smakka eisini væl aftur við.

Av tí at uppskriftin er heilsugóð, er hon hóskandi til allar máltíðir J

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=UNDei0Lo2dg]
Buzzfeed hevur gjørt ein stuttfilm og eitt stutt viðmæli um hesa uppskrift.





Kom í NámX