Trøllakend norðurlendsk ljóð í skúlahøllini

10.03.2018 - Miðlabreytin

Trøllakend ljóðføri við gandakendari føroyskari ljóðmegi úr náttúrunnar heimi.....hetta vóru bert nøkur minni, ið ristu seg í sinni á næmingunum í Eysturskúlanum í gjár. Ein framúr góð og serstøk løta inni í skúlahøll Eysturskúlans, tá næmingarnir á tónleikabreytini løgdu teirra tónar og verkætlan fram undir heitinum "norðurlendsk ljóð" við atliti til føroyskar ljóðkeldur.

Takk fyri løtuna, tit á tónleikabreytni - vit vóru ikki sørt trøllabundin hesar minuttirnar, sum tit framførdu. 

Vónandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak, har tit minna okkum á hesi dýrabaru føroysku náttúruljóðini, vit dagliga ferðast í.

Miðlabreytin var á staðnum og tók nakrar myndir frá løtuni:





Kom í NámX