10.02.2020 - Miðlabreytin

11. februar er Tryggari internet dagur, og í hesum sambandi bjóða SSP, Føroya Tele, Nema og Fólkaheilsuráðið skúlum, skúlaflokkum og ungdómshúsum at luttaka í eini kapping um at lýsa, hvussu internetið kann gerast tryggari.

Kappingin verður skipað soleiðis, at víst verður, hvussu arbeitt verður við at gera internetið betri, tað kann gerast ein filmur, ein sangur, eitt listarverk, ein heimasíða ella okkurt annað, ið vísir, hvussu tit arbeiða hendan dagin.

Treytin er, at framleiðslan verður gjørd á sjálvum Tryggari internet degnum 11. februar, og at hon verður gjørd í sambandi við ein temadag á tykkara skúla ella ungdómshúsi.

Besta innsenda uppskot vinnur 20.000 kr.

Miðlabreytin er sjálvsagt við og tekur pulsin henda dagin......







Kom í NámX