28.04.2014 - Peter Hentze Niclasen

Síðan 1999 hevur ‘Berliner Unterwelten’ bjóðað fram ferðir ígjøgnum ymisk kervi undir jørð. Fleiri av hesum ferðum byrja tætt við jarnbreytastøðina Gesundbrunnen, og taka tey ferðandi við ígjøgnum loyndarfull og gloymd bumbuskýli undir jørð.

Til gerandis spáka í túsundatali framvið grønu hurðini á Gesundbrunnen jarnbreytastøðini uttan at vita, at handan dyrnar goymast ektaði søgulig rúm.

Tá tú fert niður í hesi bumbuskýli kennist týðiligt, hvussu svárt tað man hava verið í trongu rúmunum við sokallaðari teppibumbing sum ljóðteppi.

Ferðaleiðarin er áhugaverd … hon ballar einki inn, og ting og gerðir verða nevnd við røttum navni. Javnvágin hjá týskinum millum at varðveita søgunnar eyðmýkjandi harmljóð, og at taka seg framá við hesum í hart royndu tilvitsku teirra sýnist at verða nádd.

Tíverri varð okkum ikki loyvt at taka myndir.





Kom í NámX