Verður Playstation 3 tikið av hillunum?

Danskir og evropeiskir tollarar hava fingið boð um at leggja hald á allar Playstation 3 spæliteldurnar.

Hetta hendir, eftir at tann suðurkoreanski elektronikframleiðarin LG Electronics hevur vunnið eina rættarsak móti Sony í einum stríði um einkarættin til Blu-ray-teknologiuna.
Playstation 3 kann nevnilga eisini nýtast sum avspælari av teimum Blu-ray-fløgunum, sum ætlandi fara at koma í staðin fyri DVD fløgurnar. Dómurin er feldur í altjóða dómstólinum í Haag í Hollandi.

Sigast kann, at Sony ikki ætlar at sleppa málinum her, men fara at stríðast fyri, at dómurin ikki kemur at hald
Hetta er eitt sera væl umtókt spæl í Føroyum, og hugsast kann, at tá vøran er uppi, verða ikki fleiri Playstation spæliteldur seldar í Føroyum heldur. So tann, sum skal ogna sær eina, má gera skjótt av, áðrenn vøran er uppi á goymslu.

Kelda: The Guardian




Kom í NámX