Video: Miðlabreytin gjørt filmar fyri Fólkaheilsuráðið

30.10.2019 - Miðlabreytin

Í sambandi við ABC vikuna, hevur ABC fyri sálarligari heilsu gjørt eitt samstarv við næmingar og lærarar á Miðlabreytini í Nám X í Tórshavn. Sí her....

Gjøgnum vikuna legði Fólkaheilsuráðið saman við ABC samstarvsfeløgum kring landið dent á sálarliga heilsu við boðskapinum: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin

Nógv spennandi var á skrá gjøgnum vikuna. Millum annað varð skipað fyri fyrilestrum, sangløtu, vælveru hugnaløtum, kafekvøld, eldramorgunmati, gongutúrum og kondibingo. 

Við stuttari freist hava næmingarnir á Miðlabreytini í Nám X arbeitt við evninum "ABC fyri betri sálarliga heilsu". Fýra filmar eru komnir burturúr hesum arbeiðinum. Filmarnir kunnu síggjast her:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=JR0hh-95fvY]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=2KdJIrD8baw]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ZXF1lupcmgM]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=lkCidO2piDg]






Kom í NámX