01.05.2014 - Peter Hentze Niclasen

Mikudagin 30. apríl vitjaði Nám X hópurin í týningarleguni Sachsenhausen. Legan liggur 35 km norðanfyri Berlin, og var fyrsta lega, ið Heinrich Himmler stóð fyri at byggja, eftir at hann gjørdist leiðari fyri Gestapo í 1936.

Og her stóðu vit so – føroyingar í Sachsenhausen. Trupult er helst sum ungur føroyingur at seta seg inn í støðuna, ið var.

Men latum okkum hoyra kendu orðini hjá Martin Niemöller, ið eftir at hava verið skipari umborð á undirvatnsbáti í fyrra veraldarbardaga, gjørdist prestlærdur og leiðari fyri kirkjuligu mótstøðuni í Týsklandi móti Hitler, og sum sjálvur sat fangi í Sachsenhausen.

„Als die Nazis die Kommunisten holten, habe ich geschwiegen; ich war ja kein Kommunist.


Als sie die Gewerkschafter einsperrten, habe ich geschwiegen; ich war ja kein Gewerkschafter.


Als sie die Juden holten, habe ich geschwiegen; ich war ja kein Jude.


Als sie mich holten, gab es keinen mehr, der protestieren konnte.“

Í danskari týðing:

Først kom de for at tage kommunisterne, men jeg protesterede ikke, jeg var jo ikke kommunist.

Da de kom for at arrestere fagforeningsmændene, protesterede jeg ikke, jeg var jo ikke fagforeningsmand.

Da de spærrede socialisterne inde, protesterede jeg ikke, jeg var jo ikke socialist.

Da de spærrede jøderne inde, protesterede jeg ikke, jeg var jo ikke jøde.

Da de kom efter mig, var der ikke flere tilbage til at protestere.


Orðini siga nógv um grundvallarstøðið hjá einaræðinum, ið m.a. byggir á týning, og ótta hjá tí einstaka menniskjanum.

Men vit trúgva á tað góða, og fara við treysti undir nýggjan dag í morgin, tá túrur á ánni ‘die Spree’ er á skránni.

Øll hava tað gott, og lata heilsa.





Kom í NámX