29.04.2014 - Peter Hentze Niclasen

Veðrið var av tí fagrasta, tá vitjað varð á olympiska leikvøllinum. Har varð prátað um OL í 1936, tá týska tjóðin vildi vísa verðini, at dugur var í teimum og teirra. 

Fýra milliónir atgongumerki vórðu seld til allar kapppingar í 1936, og var tað eisini á fyrsta sinni, at beinleiðis frásagnir vóru frá olympiskum leikum í útvarpi og sjónvarpi. 25 stórir sjónvarpsskíggjar vórðu settir upp ymsastaðni í Berlin, og útvarpsfrásagnir vóru á 28 ymsum tungumálum. 

Eisini varð prátað um fótbólt, og fólk mintust aftur á HM í fótbólti í Týsklandi í 2006.

Fólk hugnaðu sær óført, sum eisini sæst á myndum niðanfyri.





Kom í NámX