Nám X næmingar og lærarar eru nú í Berlin í øllum góðum, og spennandi skráin byrjaði longu í dag, mánadagin, við at uppliva Berlin frá saðilinum á súkkluni – nevnliga ‘Berlin on Bike’.
Ferðin um hav við Norrønu gekst væl – og næmingar og lærarar hugnaðu sær við ymsum spølum, sangløtum og øðrum.
Í morgin – týsdagin – er Stasi fongsulið á skrá.
Øll hava tað gott og lata heilsa.