Vællærugreinar
Í NámX er eitt krav, at tú skalt hava 8 tímar um vikuna í vallærugreinum.
Lærugreinarnar á 4 tímar eru: Føroyskt, danskt, enskt, týskt, støddfrøði og brodering.
Lærugreinarnar á 2 tímar eru: alisfrøði, evnafrøði, samtíð, tilvera, hugaítróttur, dart, borðtennis og lesimenning.
Sí frágreiðing um vallærugreinarnar niðanfyri.
Føroyskt - hástig 4 t/v
Tað ber til at velja føroyskt á trimum stigum – hástig, miðstig og grundstig. Á øllum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Hástig er 10 floks støði. Dentur verður lagdur á bókmentir, framløgur, at greina tekstir/myndir og at orða seg skrivliga og munnliga. Næmingarnir lata inn 7 skrivlig avrik í skúlaárinum.
Próvtøkan er munnlig og skrivlig.
Føroyskt - grundstig 4 t/v
Tað ber til at velja føroyskt á trimum stigum – hástig, miðstig og grundstig. Á øllum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Grundstig er fráfaringarroynd fólkaskúlans. Hetta merkir, at grundstig er sama støði sum 9. flokkur.
Grundstig er ætla teimum næmingum sum hava fingið 2 ella minni og ætla at betra seg.
Próvtøkan er munnlig og skrivlig.
Danskt 4 t/v
Undirvíst verður 4 tímar um vikuna, har dentur verður lagdur á bókmentir, framløgur, at greina tekstir/myndir, mállæru og at orða seg skrivliga og munnliga.
Næmingarnir lata inn 9 stílar í skúlaárinum.
Próvtøkan er munnlig og skrivlig.
Enskt - hástig 4 t/v
Tað ber til at velja eingilskt á tveimum stigum – hástig og grundstig. Á báðum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Á hástigi verður dentur verður lagdur á málburð, mállæru og at formulera seg skrivliga. Næmingarnir lata inn 6 essays í skúlaárinum.
Próvtøkan er skrivlig og munnlig.
Enskt - grundstig 4 t/v
Tað ber til at velja eingilskt á tveimum stigum – hástig og grundstig. Á báðum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Grundstig er sama støði sum 9. flokkur.
Próvtøkan er skrivlig og munnlig.
Enskt - Cambridge 4 t/v
First Certificate in English
Frálæran er grundað á nýtsluna av tí enska málinum.
Prógvið frá University of Cambridge ber heitið “First Certificate in English“, eitt vælkent prógv, ið verður skilt og góðtikið víða hvar.
Próvtøkan er í 4 greinum (papers):
1. Reading and English of Use (1 tíma og 15 minuttir)
2. Writing (1 tíma og 20 minuttir)
3. Listening (uml. 40 minuttir)
4. Speaking (14 minuttir)
Frálæran er samsvarandi próvtøkuni.
Próvtøkugjaldið er um 1500 kr, og rindar skúlin helvtina og næmingurin helvtina av upphæddini.
Skúlin letur undirvísingartilfarið.
First Certificate – skeiðið er treytað av nóg stórari luttøku.
Miðlar 4/v
Næmingarnir skulu skilja leiklutin hjá miðlunum í samfelagnum;
læra at greina og framleiða miðlatilfar, og eisini menna kritiskan
sans yvirfyri talgildum pallum.
Dømi um Evni
Innleiðsla til miðlar og miðlasøgu
Miðlar og samfelag
Næmingarnir gera ein stuttfilm ella podvarp í bólkum
Greining av filmi og lýsingum
Verkætlan
Vitjanir – næmingarnir gera eina “kritiska” miðlahandbók –leiðbeining til yngri næmingar.
Støðumet verður givið
Støddfrøði - hástig 4 t/v
Tað ber til at velja støddfrøði á trimum stigum – hástig, miðstig og grundstig.
Á øllum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Hástig er 10 floks støði
Próvtøkan er munnlig og skrivlig.
Støddfrøði miðstig 4 t/v
Tað ber til at velja støddfrøði á trimum stigum – hástig, miðstig og grundstig.
Á øllum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Próvtøkan er skrivlig.
Miðstig er sama støði sum 9. flokkur. ætla teimum sum hava fingið 2 ella 4 og ætla at betra seg.
Støddfrøði - grundstig 4 t/v
Tað ber til at velja støddfrøði á trimum stigum – hástig, miðstig og grundstig.
Á øllum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Próvtøkan er skrivlig.
Grundstig er sama støði sum 9. flokkur. ætla teimum sum hava fingið 2 ella minni og ætla at betra seg.
Drama 4 t/v
Hevur tú hug at læra at brúka drama sum frágreiðsluhátt og fáa kunnleika og uppliva gleði við sjónleiki sum samskiftismiðli
- Undirvísingin tekur støði í kropsligum, raddarligum og skapandi arbeiði gjøgnum
sjónleikavenjingar, improvisatión og verkætlanum á palli.
2. Næmingarnir arbeiða við grundleggjandi sjónleikateknikkum so sum nærveru,
samstarvi, timing og at skilja leiklutirnar.
3. Dentur verður lagdur á at hava tryggar umstøður, virðing og gott felagsskap,
soleiðis at allir næmingar tora at útrykkja seg og taka skapandi avbjóðingar.
4. Undirvísingin fevnir bæði um praktiskt arbeiði og refleksión yvir arbeiðsgongd,
útrykk og arbeiðshættir.
5. Næmingarnir verða kunnaðir við ymiskar sjónleikaformar, sjónleikastílar og
grundleggjandi dramaturgisk hugtøk.
6. Hóast dentur í undirvísingin er lagdur á sjónleikin, verður eisini kunnað um annað
arbeiði á og rundan um pallin, so sum ljós, ljóð, pall, búnar og rekvisittir o.s.fr.
7. Samstarv og felags ábyrgd eru grundleggjandi, bæði í venjingum og í skapandi
arbeiðinum við felags palligum útrykkum.
8. Næmingarnir arbeiða við at miðla hugskot, kenslur og frásagnir til áskoðarar.
9. Verkætlanirnar enda ofta við framførslum ella sýningum, har arbeiðsgongdin
verður mett líka høgt sum tað lidna úrslitið.
Hevur hetta tín áhuga, so er drama nakað fyri teg.
Ársmet verður givið.
Kreativ endurnýtsla 4 t/v
Hevur tú áhuga í endurnýtslu, og ynskir at strykja tínar førleikar í at virka úr gomlum. Manglar tær eitt gott frítíðarítriv ella at gera títt egna innkeypsnet, gávuposar o.m.a, so er kreativ endurnýtsla nakað fyri teg.
Ársmet verður givið.
Brodering 4 t/v
Hevur tú áhuga í handarbeiði, og ynskir at strykja tínar førleikar í brodering. Manglar tú eitt gott frítíðarítriv ella at gera títt egna turriklæði ella fyrriklæði, so er brodering nakað fyri teg.
Tað er ikki neyðugt at duga at brodera áðrenn, tí fyrst læra vit at brodera við smærri uppgávum.
Er ynski at brodera egin klæðir, so krevur skúlin at tú sjálv/ur keypir toy og fær tað teknað.
Ársmet verður givið.
Týskt - hástig 4 t/v
Undirvíst verður 4 tímar um vikuna, har dentur verður lagdur á at skilja og tosa týskt, týska mentan, mállæru og málburð, framløgur og kunnleika til týskt-talandi londini í Europa.
Próvtøkan er munnlig.
Alisfrøði 2 t/v
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna, har dentur verður lagdur á at síggja lærugreinina í størri samanhangi. Vald verða 3 ella 4 øki innan lærugreinina og arbeitt verður bæði ástøðiligt, verkligt í smærri bólkum og við framløgum í valdu økjunum.
Próvtøkan er verklig og munnlig. Eitt próvtal verður givið.
Lesimenning 2 t/v
Ætlað næmingum, sum eru lesi- og/ella skriviveikir ella orðblindir.
Undirvísingin miðar ímóti at betra um lesi- og skriviførleikan hjá næminginum. Hetta verður gjørt við ymiskum øðrísi lesi- og skrivivenjingum, har dentur verður lagdur á at brúka Intowords og ymiskar appir, sum stuðla uppundir og hjálpa í gerandisdegnum.
Telda og snildfon eru sjálvsøgd í undirvísingini.
Evnafrøði 2 t/v
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna, har dentur verður lagdur at síggja lærugreinina í størri samanhangi.
Vald verða 3 ella 4 øki innan lærugreinina og arbeitt verður bæði ástøðiligt, verkligt í smærri bólkum og við framløgum í valdu økjunum.
Próvtøkan er verklig og munnlig. Eitt próvtal verður givið.
Dart 2 t/v
Stíg inn í spennandi dartheimin, har dartspælið er vorðin ein klassiskur og væl dámdur aktivitetur, sum sameinir neyvleika, strategi og stuttleika, og samstundis er ein frálíkur máti at vera saman við vinum og øðrum.
Uttan mun til um tú hevur roynt teg áður ella ongantíð, fert tú at hava tað hugnaligt, stuttligt og avbjóðandi.
Undirvísingin fer fram í nýggju hølum Havnar Dartfelags, í Djóna í Geilsgøtu tætt við Eysturskúlan.
Ársmet verður givið
Samtíð 2 t/v
Tilvera 2 t/v
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna.
Tilvera er til tín, ið ert áhugað/ur í teimum stóru spurningum, sum menniskju altíð hava hugsað nógv og gjølla um.
Hesir spurningar verða viðgjørdir í átrúnaðinum, í sálarfrøðini og í heimspekini.
Innihaldsliga viðgera vit m.a. tað at skilja teg sjálv/an og onnur betur, og samskiftið millum menniskju.
Ársmet verður givið.
Hugaítrótt 2 t/v
Ynskir tú at menna kreativu evnini, fordjúpa teg í taktiskum snildum og strategium og styrkja títt hugflog, so er hetta valfakið júst til tín.
Við at hugsavna teg um talv, backgammon, bridge og onnur kort- og brettspøl í tveir skúlatímar um vikuna, hevur tú møguleikan at menna teg persónliga ígjøgnum hesi kendu spøl, sum fólk í øllum aldri leika kring allan heimin.
Ársmet verður givið.
Bridge 2 t/v
Hevur tú áhuga í kortspæli, og ynskir at strykja tínar læruførleikar. Ella manglar tú eitt gott frítíðarítriv, so er Bridge nakað fyri teg.
Tað er ikki neyðugt at vera eitt støddfrøðiligt flogvit fyri at standa seg væl í bridge. Spælið mennir fleiri vitsevni og samfelagsligar førleikar so sum at samskifta greitt, samstundis sum at fakligir eginleikar so sum hugsavnan, gott minni og logiskur hugsanarháttur mennist; nakað sum næmingum tørvar á øllum økjum innan skúlagátt.
Bridge kann vera ein lykil til felagsskap bæði í ungdómsárunum og seinni í lívinum. Tær sosialu og etisku reglurnar eru greiðar, so øll hava lætt við at klára seg millum hini.
Ársmet verður givið.
Borðtennis 2 t/v
Hevur tú hug at royna heimsins skjótasta bóltspæl?
So hevur tú møguleikan her!
Undirvíst verður í borðtennishølum í ítróttarhøllini á Hálsi – har royndir venjarar leggja lag á.
Neyvleiki og skjótleiki eru tættir, ið kunnu lýsa heimsins skjótasta bóltspæl.
Men óansæð, um tú hevur spælt borðtennis fyrr ella ei, verður tað stuttligt!
ársmet verður givið