Trygdarskeið

Trygdardepilin við Áir, sum er partur av Vinnuháskúlanum, er útgjørdur eftir galdandi krøvum.

Skeiðini, ið verða hildin fyri sjófólki, fylgja ásetingum frá føroyskum myndugleikum. Sjóvinnubreytin upplivdi skeið í grundleggjandi tryggleika á sjónum henda dagin- ein neyðug, og ikki minst nyttug gjøgnumgongd av tryggleika á sjónum fyri ein komandi sjómann 🙂