Íverksetan og ferðavinnubreyt

Íverksetanar- og ferðavinnubreyt 

 

Endamál: 

Endamálið við breytini er at geva tær, sum hevur hug at gera hugskot til veruleika, innlit, læring og avbjóðingar. Eisini um tú hevur áhuga í vaksandi ferðavinnuni, er breytin tann rætta. 

Hevur tú hug at arbeiða sjálvstøðugt – ja, kanska hugsar um at stovna egna fyritøku, so er  íverksetanar- og ferðavinnubreytin júst til tín. 

 

Innihald 

Við støði í føroyska vinnulívinum og í blómandi føroysku ferðavinnuni, arbeiða vit við verkætlanum, sum gera næmingarnar sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar. Við verkætlanum, sum eru ógvuliga líkar teim í veruliga handilslívinum. 

 

Tú fært m.a. at vita um: 

  • Hvussu tú stovnar egna fyritøku 
  • Vinnulívið 
  • Ferðavinnuna 
  • Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk 
  • Kundarøkt 
  • Marknaðarføring/sølulýsing 
  • Ymiskar tættir innan ferðavinnuna 
  • Stutt ferðaleiðaraskeið 

 

Tú fært høvi at stíga fram og lýsa egnar verkætlanir. 

 

Starvsleið 

At stovna egna fyritøku. Tú ert áhugaður at arbeiða við ferðafólki. 

Arbeiði innan sølu-tænastuvinnu ella framleiðslu. 

 

Ítróttabreytin kann eisini fara at mynda framtíð tína. Tú hittir fólk, sum dagliga starvast innan ítróttarøkið:

  • Fysioterapeutar
  • Ítróttalærarar
  • Kostráðgevar
  • Fyriskiparar
  • Venjarar