Sjóvinnubreytin

Endamálið við sjóvinnubreytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum.

Hvat gera vit á sjóvinnubreytini?

  • Sjóvinnubreytin hevur nógv samstarv við vinnuna á sjónum, har næmingarnir taka lut í ymsum virksemi. Vanliga byrjar árið við tveimum dagstúrum við Westward Ho og bjargingarroynd við tyrluni hjá Atlantsflog. Síðani ferðir við Smyrli og Erlu Kongsdóttir, umframt bjargingarroynd hjá SSL, ferð til Íslands við Norrønu og vitjan á Vørn, har eisini náttarsigling við Brimli er á skránni. Vitjan og kunning á Havstovuni og umborð á Jákup Sverra. Eisini eru næmingarnir á trolvirkinum Vónini at læra at gera trol o.a.
  • Á sjóvinnubreytini er frítíðarsiglaraskeið/dugnaskapsskeið, har undirvísing verður um streym, veðurlíkindi, kumpass, vitar, seta kós osfr. Skeiðið endar við dugnaskapsroyndini.
  • Næmingarnir læra at gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol.
  • Breytin vitjar virkir, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera

Førleikar og framtíðin

  • Sjóvinnubreytin gevur tær gott innlit í sjólívið og ger teg føra/n at fara til sjós.
  • Tú tekur trygdarskeiðið, ið er krav fyri at mynstra.
  • Tú tekur frítíðarsiglara og speedbátaprógv, ið gera teg føra/n at sigla skjóttgangandi bát og stuttleikabátar upp til 20 tons

Skeiðsprógvini
Fyri at fáa handað skeiðsprógvini sum frítíðarsiglari og til skjóttgangandi bátar krevst, at næmingurin ger seg lidnan við NámX.

Skeiðsprógvini verða handað til prógvhandanina í juni.

Gevst næmingur, áðrenn skúlaárið er lokið, og vil hann hav skeiðsprógvini handað, skal næmingurin rinda skúlanum fyri kostanaðin av skeiðunum.

Ert tú ein av teimum, sum dámar væl at rokast á sjónum, so er sjóvinnubreytin heilt víst nakað fyri teg.