Upplivingarbreytin
Á breytini fært tú upplivingar í náttúruni, innan mentan og samfelag.
Vit koma víða um í Føroyum. Vit eru nógv úti í náttúruni, vitja søvn, stovnar og fyritøkur og fáa innlit í eitt sindur av hvørjum, sum landið hevur at bjóða.
Vit ganga túrar, vitja fjallatindar, rógva, fiska, klúgva, skoyta og mangt annað.
At tola vind og regn er ein avgjørdur fyrimunur.
Lyklaorðini eru:
- Áhugi
- Forvitni
- Motivatión
- At seta sær mál
- At rokast
- Felagsskapur
Upplivingarbreytin er til tín:
- sum ert forvitin,
- sum vilt ogna tær nýggja vitan,
- sum tímir og torir at royna nøkur mørk
- sum dámar at vera partur av einum góðum og stimbrandi felagsskapi.
Tit flyta mørk, finna ró og nærveru