Tøknibreyt
Tøknibreyt, elektronikkur
Endamál:
Næmingurin fær innlit í fakøkið “elektronikkur”. Tvs. el-læru, komponentlæru, printplátutekning, diagramm-fatan, lodding og hugskotsmenning.
Eisini nakað av feilfinning á printplátum.
Næmingurin skal hava egna farteldu og mús við. Stýrisskipan kann vera Windows, MacOS ella Linux. Chromebook kann ikki nýtast. Forritið “KiCAD” verður nýtt.
Undirvísingin er egnað bæði til gentur og dreingir. Elektronikk-menning er teknisk stuttlig, kreativ og er positivt avbjóðandi fyri øll.
Innihald:
- Tekna printplátu og bíleggja á netinum (3-5 ferðir um árið)
- Velja komponentar – eisini bíleggja á netinum
- Lodding
- Samla og lodda ymisk byggisett
- Forritan í Arduino at máta og stýra við
- Hvussu ein Arduino er samansettur (hardware)
- Nakað av elektronikksøgu
- Læru um grundleggjandi komponentar og um:
– Mótstøðu
– Kondensatorar
– Spolar
– Diodur
– Transistorar
– Microprosessorar
– Val av stikkarum
Framtíðar starvsleið:
- Elektronikkfagteknikari (lærupláss í FO, skúla í DK)
- Elektronikverkfrøði
- Elektrikari
- Forritari
- Hægri lestur innan alisfrøði, KT o.a.
Bilbreytin
Endamál
Endamálið við undirvísingini er at geva næminginum góða fatan av lærugreinini.
Harafturat menna vit næmingin til útbúgving í fakinum.
Innihald
Á bildeildini hevur tú møguleika til at læra um bilar og um ymisku skipanirnar í bilunum.
Í undirvísingini er ástøði, sum vit arbeiða víðari við á verkstaðnum. Vit kanna mekanikkin í motorunum, hvussu motorarnir virka og hvørja ávirkan teir hava á umhvørvið.
Eisini verður undirvíst í bremsunum.
Nærum einki í bilinum virkar uttan el – komið verður víða um á økinum.
Frálæra er um løði-, startara- og lyktaskipanina er partur av ellæruni.
Harumframt verður undirvíst í róðurgreiðunum, fjaðring, umframt innlit í hvussu gearkassi og koblingar virka.
Undirvíst verður eisini um tøknina í el-bilum.
Næmingarnir byggja R/C-bilar (stødd 1:10), sum eru átøkir bilum í vanligari stødd við róðurgreiðum, upphangi, fjarðing, útveksling og lakering.
R/C-bilur
Starvsleið
- Bilmekanikari
