Náttúrubreytin

Dámar tær væl djór og at vera úti í náttúruni, so er henda breytin nakað fyri teg.

Endamál Dentur verður lagdur á:

• føroysk ross, men eisini húsdjór og onnur djór eru partur av breytini • urtagarðsarbeiði við vakstrarhúsið í Hvamminum við Tórsbyrgi

• at næmingarnir nema sær kunnleika og fáa innlit í føroyskan landbúnaðin, náttúruna og djóralívið • at næmingarnir fáa innlit í vistskipanir við plantum og skriðkyktum • at næmingarnir eru saman við øðrum við somu áhugamálum • at fáa praktiskar royndir

Innihald: Ansa rossum og læra at ríða.

Ganga og ríða túrar, har vit fara at hyggja at fuglalívinum, plantum og djóralívinum annars.

Gera mat á báli og hoyra eitt sindur um ymisk náttúrufólk.

Søguliga gongdin og menning innan jarðarbrúk, djórahald og vinnu.

Fylgja árligu gongdini í bø og haga t.d. velta, hoyggja, vera við á fjalli, seyðarøkt og fletting. Eisini fáa vit nógvar royndir í vistfrøðiligum urtagarðsarbeiði, har vit m.a. arbeiða við kompostering, lúka og planta ymiskar urtir og trø.

Fáa holla ástøðiliga vitan um lívfrøðiliga fjølbroytni á Jørðini.

Læra eitt sindur um seyðahald, neytahald, flogfenað og skógrøkt – nú á døgum eins og í gomlum døgum.

Gera royndir og kanningar, sum vísa, hvussu náttúran virkar.

Vitja stovnar, har tey hava serliga vitan um djór og náttúruna.

 

Djóralækni, lívfrøðingur, søgufrøðingur, bóndi, lærari, ferðaleiðari, plantu- og skógarvinna, alis- og evnafrøðingur