KT-breytin

KT breytin er til tín, sum hevur áhuga fyri KT og ynskir at menna førleikarnar á hesum spennandi øki.

KT er í støðugari menning og broytist støðugt. Undirvísarar koma m.a. úr føroysku KT vinnuni og hava góðan kunnleika til tey rák innan KT, sum eru nú og í næstu framtíð.

Undirvísingin er løgd til rættis, so næmingurin tað mesta av tíðini arbeiðir sjálvur ella saman við øðrum um finna loysnir til ítøkiligar avbjóðingar.

Innihald

  • Teldur, net og uppseting. Hardware og software.
  • Microsoft Office. Lær at brúka amboðini Excel, Word, PowerPoint, Outlook v.m. Hesi amboð verða brúkt dagliga í flestu fyritøkum og stovnum. Førleikar í hesum amboðum kanst tú brúka bæði í víðari útbúgving og á starvsleiðini.
  • Forritan. Tú lærir um forritan og roynir at menna tíni egnu forrit.

KT-breytin er ikki ein “gamara”-breyt (spælibreyt). Fyri luttøku er tað ein treyt, at næmingarnir hava áhuga í hard- og software.

Fyri at sleppa á breytina skulu umsøkjarar hava egna farteldu við mús.

Tú fær vitan og royndir, sum peika til KT-útbúgving.